25. sep. 2025
Eplaútferð við 5.b

Seturskúli og eplaørindi í einum

Nú er hin góða tíð á árinum, tá jørðin gevur aftur tað, vit fyrr hava sátt. Og tað hevur 5.b í Sankta Frans skúla sett sær fyri at gera sær dælt av.


Eplini, ið vórðu sett niður við vandni og umsorgan í vár, lógu so etandi klár at verða tikin upp nú í heyst – ein kærkomin áminning um tað samband, ið er millum arbeiði, náttúru og gleðina av at síggja úrslit.


Næmingarnir og eg fóru úr Havnini seint seinnapart mánadagin, og komu aftur týskvøldið. Á Sandi bíðaði ein minni herur av væluppløgdum superforeldrum við góðum mati, drekka og góðum lag. Vit gistu eina nátt í hugnaligu bygdini - ein lítil ferð úr gerandisdegnum, sum kann geva bæði felagsskap og minni at bera við sær víðari.


Tað var í samráði við flokslæraran, at ein inflateraður og óvanliga arbeiðssamur foreldrabólkur í 5.b í Skt Frans setti sær fyri, at hetta ikki bara skal vera arbeiði, men eisini ein felags uppliving fyri flokkin. Tí gjørdi foreldur og lærari av at sameina seturskúlan, ið av røttum eigur at vera seint í fjóðra flokki, og eplaátakið mikla á Sandi, har Jens, abbi ein næming, legði lag á, og vit onnur fylgdu tropp.
Ætlanin var tí at gera eina útferð, har vit komu saman um eplini og týðandi samveru um eitt. Øll vit, ið brýggja okkum um hesi børn og at búgva tey til góðar borgarar.


Næmingarnir stuttleikaðu sær óført fyrsta kvøldið, fóru tíðliga upp morgunin eftir, ótu góðan morgunmat, áðrenn teir, saman við okkum vaksnu, leitaðu sær oman í snøggu sandveltuna.
Øll tóku fatt og øll royndu alt, ið roynast kundi, og úrtøkan var heili 325 kilo av feskum sandseplum. Sig so tað, at knotur ikki enn eru í ungum føroyingum!


Vit takka fyri ein herligan seturskúla ella, sum onkur segði, eplaútferð.


AN 

 

09. okt. 2025
Vit fletta við 4. flokkunum
07. okt. 2025
Skúla­rennidagur 7. oktober 2025
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Hádeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Miðdeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Grunddeild
22. sep. 2025
7. flokkur við ruddingarátaki kring skúlan
Sí eldri tíðindi