22. sep. 2025
7. flokkur við ruddingarátaki kring skúlan

Týsdagin fóru okkara 7. flokkar til verka og ruddaðu kring skúlan. Tiltakið var partur av innsavning til námsferð í apríl, sum verður í Albir í Spania.

Næmingarnir tóku væl undir við uppgávuni, og tey møttu hugagóð og  vístu gott arbeiðslag. Tey býttu seg í bólkar og fóru síðani í gongd við at lúka, rudda skúlagarðin, vaska kring bygningarnar og út til vegirnar. Dagurin gekk sera væl, og tað sást týðiliga, hvussu nógv tey høvdu fingið burturúr.

Skúlin  takkar 7. flokkunum fyri framúr gott arbeiði.

 

09. okt. 2025
Vit fletta við 4. flokkunum
07. okt. 2025
Skúla­rennidagur 7. oktober 2025
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Hádeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Miðdeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Grunddeild
25. sep. 2025
Eplaútferð við 5.b
Sí eldri tíðindi