Eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt.
Øll í húsinum hava sár á sálini. Pápin Marinus og børnini Aurora og Kaspian sakna mammuna, sum fór frá teimum. Enara og dóttirin Sirje noyddust at rýma undan krígnum, og innan fyri sjalini fjala tær síni stóru loyndarmál. Sorg og einsemi hava tikið allar litir úr verðini hjá unga Viktori. Gamli klaverleikarin madam Iris hevur mist tónleikin í sínum lívi.
Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum í tí stóra, gamla húsinum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.
Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.