07. jun. 2019
2 størv sum námsfrøðiligir stuðlar í Sankta Frans skúla

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum í fast starv frá 1. august 2019

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving. Royndir, sum stuðul, er ein fyrimunur.

Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum tíðaravmarkað hjálparfólkastørv.
Sankta Frans skúli er ein tvísporaður skúli við forskúla til og við 7. flokk.

Í skúlanum arbeiða 30 lærarar og 2 námsfrøðingar.

Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við skúlan. Harafturat er viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka um dagin hjá næmingunum.

Um starvið:

  • Stuðlarnir koma at arbeiða í einum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við Førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.

  • Stuðlarnir koma at skipa verkstøð við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat koma stuðlarnir at arbeiða úti í flokkunum við einstøkum næmingum.

 

Tey, ið sett verða, skulu:

  • Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
  • Verða fús at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
  • Vera stundislig og nærløgd.

 

Lønar- og setanartreytir

Størvini vera sett sum sáttmálasett størv við setanarbrotið 0.75 og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2019 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

Sankta Frans skúli
Varðagøta 10
FO-100 Tórshavn

ella í teldubrævi til:  aslaug.olsen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til:

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536   ella  Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra á tlf. 282533

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi