05. des. 2017
Loppusølan verður fríggjadagin

Tíðin er nú aftur komin til árligu loppusølu okkara í Sankta Frans skúla.

Loppusølan verður fríggjadagin 8. desember, og tá skulu børn hava lutir við í skúla, sum tey vilja lata til loppusøluna. Eisini er neyðugt at hava eitt sindur av leysum pengum við til tiltakið.

Peningurin, sum kemur inn, fer í ár til Beran. Berin er sjálvhjálparfelagsskapur fyri børn, ið hava mist foreldur ella systkin.

Børnini seta sjálv vørurnar fram, prísmerkja og umsita ”sín handil” henda fyrrapart. Sjálvur handilin fer fram frá klokkan 9.50 til klokkan 11.20.

Vit takka fyri beinasemið.

12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelags­frøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúla­gongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
Sí eldri tíðindi