01. nov. 2017
Vit gera einglar
Einglarnar á myndunum her hava næmingar í 5. og 6. flokkunum gjørt í evning.
Hóast onkur helt tað vera ótrúliga tíðliga at gera jólaprýði, skuldi ikki nógv til, fyrr enn tey øll vóru við at koma í jólahýr og byrjaðu at gera einglar.
Vit brúktu tveir tímar í evning til hetta, og tá tíðin var við at fara frá okkum, bar næstan ikki til at steðga teimum.
Tey gjørdu so nógvar einglar í part, sum tey fingu stundir til, og at enda hevði hvør flokkur rættiliga nógvar einglar. Teir koma tó ikki at vera í flokkunum, tí tey vóru øll samd um at taka einglar sínar við til hús, har teir fara at prýða um - tá jólini einaferð koma :)
12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelagsfrøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúlagongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025