12. des. 2025
Lucia og loppupeningurin

Luciadagur og stuðul til Lundastovu

Sum siður er, gingu genturnar úr 7. flokkunum Lucia í dag og skaptu hugnaliga jólastemning á skúlanum. Eisini bleiv peningurin, sum kom inn á loppudegnum 5. desember, handaður.

Í ár komu 16.041 krónur inn á loppusøluni. Næmingaráðini saman við námsfrøðiliga ráðnum hava avgjørt, at stuðulin verður latin Lundastovu á sjúklingahotellinum Tórshavn. Lundastova er barnarúmið á hotellinum.

Sonni Djurhuus frá Landssjúkrahúsinum tók ímóti vegna sjúklingahotellið. Hann takkaði hjartaliga fyri og segði, at tey hava ikki heilt avgjørt, hvat peningurin verður brúktur til enn, men lovaðu at senda myndir, tá ið tey hava verið og keypt inn.

27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelags­frøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúla­gongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
19. des. 2025
Jólaguds­tænasta og jólahald
Sí eldri tíðindi