23. okt. 2016
Innbjóðing til valfund 26. okt.

Framhaldsdeild í miðbýnum? Eitt val….hjá hvørjum?!

Valfundur í fimleikahøllini í Sankta Frans Skúla 26. oktober kl 19

Lyftini vóru greið og viljin tyktiskt somuleiðis til staðar: Á borgarafundi 17. mai 2016, har fleiri enn 200 havnarborgarar vóru møttir upp, lovaðu fleiri av sitandi býráðslimum, at málið um framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla varð tikið upp aftur sum skjótast. Býráðslimir søgdu seg vera fyri framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla og aðrir søgdu: “Børnini ganga, sum er, harraleys!” Sitandi borgarstjóri lovaði, at málið skuldi takast upp dagin eftir, og at ein arbeiðsbólkur skuldi setast at arbeiða við hesum beinanvegin. Jú, takk! Arbeiðsbólkurin varð settur, men restin tykist vera tóm lyfti! Bæði tíðarkarmur OG arbeiðssetningur fyri hesum arbeiðsbólki ger, at ein framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla ikki kann gerast veruleiki í bræði: Arbeiðsbólkurin byrjaði ikki sítt arbeiði fyrr enn í august, og freistin fyri, nær tilmælið skal verða liðugt, hevur við sær at málið ikki kann verða viðgjørt í Mentamálaráðnum til komandi skúlaár. Haraftrat eru ein rúgva av øðrum viðurskiftum um skúlabygnað í Tórshavnar Kommunu vavd upp í arbeiðssetningin - fótonglar, sum gera arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum óneyðuga rúgvismikið og er við til at seinka viðgerðini um framhaldsdeild í miðbýnum.

Vit ynskja okkara børnum eina góða skúlagongd í tryggum korum í miðbýnum og góðtaka ikki, at okkara børn skulu gjøgnum eitt tvungið skúlaskifti í hesum týdningarmiklu broytisárum, sum tannárini eru – men at tey skulu hava valið! Valið millum framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla ella einum av hinum skúlunum í býnum.

Vit vilja undir ongum umstøðum góðtaka ta handfaring, sum meira enn 50 ára gamla ynskið hevur fingið og skilja als ikki, hví miðbýarskúlin skal vera tann einasti uttan framhaldsdeild. 

Tí bjóða vit til valfund! Sitandi og komandi býráðspolitikarar fáa møguleikan at fortelja okkum, um tey eru sinnað at skapa karmar fyri eini tryggari, mennandi og livandi framhaldsdeild í miðbýnum og at arbeiða fyri eini kommunu sum skapar góðar karmar fyri borgaran, ella um tey arbeiða fyri eini kommunu, har borgarin skal tillaga seg.

Valfundurin verður 26. oktober kl. 19 í fimleikahøllini í Sankta Frans Skúla.
Øll eru vælkomin.

Í panelinum sita umboð fyri 5 flokkar:

  • Fyri Framsókn: Ruth Vang
  • Fyri Javnaðarflokkin: Tróndur Sigurðsson
  • Fyri Tjóðveldið: Marin Katrina Frýdal
  • Fyri Fólkaflokkin: Bogi Andreasen
  • Fyri Sambandsflokkin: Kaj Leo Holm Johannesen

 

Fundarstjóri verður Óluva Zachariasen

 

Møtið fjølment!

Foreldrabólkurin fyri framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla

12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelags­frøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúla­gongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
Sí eldri tíðindi