19. okt. 2020
Uppstillingarfundur til skúlastýrið o.a.

Uppstillingarfundurin verður hóskvøldið 29.okt. kl 19-21 í fimleikahøllini í Sankta Frans skúla.

 

Uppstillingarfundur til skúlastýrið

Felags foreldrafundur

Uppstillingarfundur til skúlastýrið verður í Sankta Frans skúla hóskvøldið 29. oktober 2020 kl. 19:00 – 21.00. Uppstillingarfundurin verður í fimleikahøllini. Samstundis verður skipað fyri árliga foreldrafundinum hjá skúlastýrinum.

Skráin verður hendan:

Jan Laursen, formaður í skúlastýrinum, leggur fram ársfrágreiðingina.

Aslaug Olsen, formaður í valnevndini, kunnar um skúlastýrisvalið 2020.

Fyrilestur við Jóhonnu Andreasen, sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterapeut.

"Hvør skal læra mítt barn, hvat tað er at vera menniskja?"

 

Í fyrilestrinum kemur Jóhanna inn á, hvussu vit sum foreldur kunnu styrkja mótsstøðuførið hjá okkara børnum. Møguleiki verður at kjakast um, hvønn leiklut skúlin skal hava og hvønn leiklut foreldur hava.

Øll foreldur, ið varða av børnum í Sankta Frans skúla, eru hjartaliga vælkomin.

 

Skúlastýrisval 2020

 

Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval 10. november í ár.

Allir sjálvstøðugir skúlar í Føroyum hava eitt skúlastýri, sum er mannað við umboðum fyri foreldrini, kommunu og starvsfólkini. Skúlastýrini viðgera m.a. læringina og trivnaðin í skúlanum og skulu vegleiða skúlaleiðsluna og kommunustýrið.

Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tey eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.

Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboðunum í skúlastýrinum kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður. Øll foreldur við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í ein ávísan skúla, hava valrætt og valbæri.

Skúlastýrisvalið verður sum vanligt samstundis sum kommunuvalið, og foreldur at skúlabørnunum fáa útflýggjað valseðil til skúlastýrisvalið saman við valseðlinum til kommunustýrið.

Vallistin liggur frammi á skrivstovuni í Sankta Frans skúla frá týsdegnum 20. oktober 2020.

 

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi