02. okt. 2020
Sankta Frans dagur 2020

Tónleikurin stóð á storm, og øll høllin dansaði, tá vit í dag hildu Sankta Frans dag. Rætti dagurin er 4. oktober, men av tí at hann í ár er sunnudagur, fall hátíðarhaldið á dagin í dag.

Sjálvt á hesum so siðvanda degi okkara fekk Korona spælt okkum eitt puss, men forpurrað okkum dagin fekk hon tó ikki. Vit vórðu býtt í smærri bólkar enn vanligt, men fingu annars hugnað okkum við spølum og dansi umframt kappingum fyri lærarar.

Dagurin er tó eisini annað enn spæl. Hetta er dagurin, tá vit minnast halgimennið og stavnaran av katólsku fransiskanararørsluni, Sankta Frans. Vit byrjaðu við morgunsangi, har vit traditionen tro sungu Sólsangin. Ragnar Simonsen og Aslaug Olsen, skúlastjóri, søgdu okkum eisini søgu um Frans av Assisi og lív hansara, og aftaná øll spølini fingu allir næmingar ís.

Tá skúladagurin var at enda komin, vóru lærarar skúlans uppi í Kerit í Varðagøtu og sungu Sólsangin fyri nonnunum, ið har búgva.

 

Katrin Erlendsdóttir / Ingo Gunnarson

18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
18. jun. 2026
Sangløta á seinasta degi
16. jun. 2026
Næminga­ráðið í miðdeild­ini heilsar
15. jun. 2026
Fyrsti næmingur at fáa prógv
10. jun. 2026
Gloymd klæðir
10. jun. 2026
Prógvhandan 17. juni
06. jun. 2026
Rørsludagur í grunddeild
Sí eldri tíðindi