28. mai. 2019
Allur skúlin til rørslufagnað

Allur Sankta Frans skúli var við til rørslufagnaðin fríggjadagin, tá fólk av øllum hugsandi slag leitaðu sær í Gundadal, sum í ár var karmur um tiltakið. Um 2.500 fólk vóru har fyri at taka undir við boðskapinum um at røra seg saman við øðrum uppá ein meiningsfullan máta.

Jensina Olsen hitaði upp við ymiskum undirhaldi og lærdi okkum øll ein nýggjan ABC sang, sum hon hevði gjørt. Tað gekk sum eftir ánni. Egga (Jógvan) Jensen var kosin til ársins ABC fyrimynd, og áðrenn vit øll fóru til gongu oman til Sjónleikarahúsið, klipti hann startbandið, og síðani fór fagnaðargongan avstað. 

Túrurin endaði uppi á Ovara vølli, har ein rúgva av virksemi var á skránni. Bóltspøl, posarenning, togtogan, boccia, fimleikur og annað.

Fólkaheilsuráðið skipar fyri rørslufagnaðinum, sum er eitt ABC-tiltak. Tey siga soleiðis: 

At røra seg er gott.
At gera tað saman við øðrum er enn betri
Og at gera tað á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, er ein sonn frøi

 

Tekstur: Katrin Erlendsdóttir

20. jun. 2025
Summar-sangløta 19. juni 2025
18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025
18. jun. 2025
Grund­deildin í Havnardali
17. jun. 2025
Gongutúrur við mið- og hádeild
16. jun. 2025
Søguligur dagur á Sankta Frans skúla
15. jun. 2025
Listaverk­ini í nýggju hádeild­ini liðug.
15. jun. 2025
Ítróttardagur hjá grund­deildini
Sí eldri tíðindi