18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025

Í fagrasta summarveðri fekk hesin fitti og raski ungdómurin prógv handað. Kvøldið byrjaði við, at næmingar, lærarar, leiðsla, foreldur og onkur omma og abbi hittust í fimleikarhøllini og sungu saman eyðkenda Sankta Frans sálmin "Her er kærleiki at finna". Síðani bóru skúlastjórin, flokslærarar og næmingar fram røðu. Prógv varð handað øllum næmingum, og hereftir var farið niðan til hádeildarbygningin, har myndatøka var uttanfyri. Kvøldið endaði við kaffi og køku til øll og sagt varð farvæl við hesi fittu ungu, sum nú skuldu flúgva víðari út í lívið. Ein deilig og rørandi løta í fagrasta sólskini hetta mikukvøldið í juni, tit eru longu saknaði.

 

ÁM/IG/TH

03. des. 2025
Árligu nissubørn­ini í Sankta Frans Skúla 
28. nov. 2025
Kójak konsert
24. nov. 2025
Skrivligu jóla­royndirnar
19. nov. 2025
Vinarflokkar
12. nov. 2025
Lærarastørv í Sankta Frans skúla
10. nov. 2025
Skúla­stýrið bjóðar til felagsforeldrafund
10. nov. 2025
Mín jólabók
Sí eldri tíðindi