Bók
Einsamøll heima
Ein dagin fer Anna-Klara heim við nýggja vininum, Hermanni. Har er stórt, friðarligt og ruddiligt. Als ikki trongt og óruddiligt sum heima hjá henni. Harafturat eru tey einsamøll í húsunum, sum eru fylt við løgnum lutum. Har er millum annað ein høvuðleys standmynd úr glasi og ein frystiboks, sum spýtir ísterningar út.
Tey eru svong og finna bara eina vamlisliga pylsu og ein modnan ost í køliskápinum, men Anna-Klara er ikki ráðaleys. Hon er jú heimsmeistari í at baka pannukøkur! Men alt í einum fyllist køkurin við royki, og okkurt ýlir ógvusliga ...
Lilla krabbi