17.08.2025

Góðu foreldur/avvarðandi!

Vit ynskja at takka fyri eina góða skúlabyrjan.

Hesir báðir fyrstu dagarnir hava gingið væl, og børnini eru sera ágrýtin, spent og deiliga forvitin.

Vit hava tosað um tað, at ganga í forskúla og munin millum barnagarð og forskúla.

Eisini hava vit loyst onkra arb.uppg., lita, práta, sungið og spælt nógv.

Nú vikuskifti er við at fara aftur um bak og ein nýggj skúlavika byrjar, kann tað væntast, at tað verður ringt hjá onkrum næmingum at siga farvæl í morgin. Tá er av týdningi, at tit hava eitt nú gjørt eina "avtalu" við barn tykkara um, hvussu tit siga farvæl og halda "avtaluna", ið gjørd er. Tað er rættiliga ymiskt hvussu langa tíð innkoyringin tekur. Hjá summum kann ganga sera væl tí fyrstu tíðina og so kann ein reaktión koma seinni, har barnið grætur og ikki vil avleverast. Tað kann eisini verða sera torført hjá onkrum børnum tí fyrstu tíðina og so er "sloppið". Vit taka tað sum tað kemur og finnað eina loysn í samstarv við tykkum. 