30. okt. 2025
Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Er tú fakliga sterki lærarin við teimum góðu hugskotunum? Er tú lærarin, sum megnar at skapa gleði og økja sjálsvirðið í næmingum okkara? Ynskir tú at gerast partur av einum sterkum og dugnaligum starvsfólkahópi? So er tað tær, ið vit leita eftir.

Hesi størv verða lýst leys at søkja

 

1 starv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi frá 5. januar 2025 til 30. juni 2026. Setanarbrotið er 0,8.

1 starv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi frá 1. desember 2025 til 1. mars 2026. Setanarbrotið er 1,0.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
hava góðan KT førleika
 

Starvið við setanarbrotið 0,8:

·       Flokslæraraarbeiði í 1. flokki.

·       Føroyskt í 1. flokki

·       Heimstaðarlæra í 1. flokki

·       Føroyskt í 3. flokki

 

Starvið við setanarbrotið 1.0

·       Flokslæraraarbeiði í 5. flokki

·       Føroyskt í 5. flokki

·       Enskt í 5. flokki

·       Kristni í 5. flokki

·       Enskt í 6. flokki

·       Føroyskt í 7. flokki

·       Samfelagsfrøði í 7. flokki

·       Søgu í 7. flokki

 

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini vera lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13 .november kl. 13.00.

Umsóknir skulu sendast til:  aslaug.olsen@skulin.fo

 

­­­­­­­­­­­­Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536

____________________________________________________________________

 

Í Sankta Frans skúla eru 440 næmingar úr forskúla til 9. flokk. Í skúlanum eru 50 starvsfólk. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.

26. okt. 2025
Nærveruvikan – vika 44
09. okt. 2025
Vit fletta við 4. flokkunum
07. okt. 2025
Skúla­rennidagur 7. oktober 2025
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Hádeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Miðdeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Grunddeild
Sí eldri tíðindi