06. jun. 2025
ÚTFERÐ HJÁ 3.B 06.06.2025

Leiðin gekk til Nólsoyar í samband við útferðina hjá 3.b hetta skúlaárið. Farið var avstað kl. 7.45 av Bursatanga. Tá lagt var at gekk leiðin niðan í Korndal, har næmingarnir hoyrdu søguna um skotsku prinsessuna, sum flýddi til Nólsoyar. Síðan gekk leiðin oman til brimgarðin, har læraralesandi saman við næmingum í Nólsoyar skúla hava prýtt brimgarðin við málningum við støði í søgum, sagnum og øðrum hendingum, ið hava tilknýti til Nólsoynna. Eftir tað var gongutúrur út á Stongina, har næmingar ótu matpakka og hugnaðu sær. Farið var oman aftur í bygdina, har næmingarnir hoppaðu trampolin, áðrenn leiðin gekk oman á vøllin, har næmingarnir hugnaðu sær við fótbólti, spældu í rørsluplássinum og onkur vassaði.

30. mai. 2025
SFs Rapp
23. mai. 2025
Seinasti skúladagur hjá 9. fl.
23. mai. 2025
Próvtøkur í 9. flokki
01. mai. 2025
Rørsludagur
24. apr. 2025
Verkætlan hjá 1.b
24. apr. 2025
Tekna maskottin til oyggja­leikir 2027
Sí eldri tíðindi