23. mai. 2025
Seinasti skúladagur hjá 9. fl.
Í dýrdarveðri mánadagin var seinasti skúladagur hjá 9.flokki.
Dagurin byrjaði við, at allur skúlin var samlaður til morgunsang, sum 9.flokkur skipaði fyri. Síðani gekk leiðin niðan í Gundadal, har fótbóltsdystur var spældur millum 9.flokk og lærarar. Sjálvandi vunnu lærararnir. Síðani var farið oman aftur í skúlan, har 9.flokkur skipaði fyri undirhaldi og kastaði bomm. Dagurin endaði við, at allar vatnslangurnar blivu hálaðar fram til stórt vatnkríggj, har bæði børn og vaksin stuttleikaðu sær óført. Um kvøldið hevði 9.flokkur hugnaliga endaveitslu við góðum mati, sangi og undirhaldi. Marius Ziska kom eisini framvið at syngja nøkur løg.
Ein framúr dagur, sum setti eitt gott punktum fyri 9 góð ár hjá árgangi 16a.






































23. mai. 2025
Próvtøkur í 9. flokki
01. mai. 2025
Rørsludagur
24. apr. 2025
Verkætlan hjá 1.b
24. apr. 2025
Tekna maskottin til oyggjaleikir 2027
13. apr. 2025
Lýsing eftir lærarum til komandi skúlaár
12. apr. 2025