9. flokkur gongur til próvtøku frá hósdegnum 22. mai til týsdagin 17. juni. Próvhandanin verður mikudagin 18. juni kl. 17.00 í fimleikahøll skúlans.
Skrivligar próvtøkur
Skrivligar próvtøkur vera í hádeildini 22. mai til og við 27. mai. Næmingarnir skulu møta í góðari tíð, 15 minuttir áðrenn próvtøkan byrjar.
Næmingarnir fara upp í máluppgávu og framseting í føroyskum, donskum og enskum, meðan tey í støddfrøði fara upp í fimisrokning og greiðslurokning. Niðanfyri síggjast tíðarkarmarnir fyri skrivligu próvtøkunum.
Skrivligar próvtøkur | 9. flokkur |
Enskt Hósdagin 22. mai 2025 |
08.15 - 09.45: Máluppgáva 09.45 - 10.15: Steðgur 10.15 - 13.15: Framseting |
Føroyskt Friggjadagin 23. mai 2025 |
08.15 - 09.45: Máluppgáva 09.45 - 10.15: Steðgur 10.15 - 13.45: Framseting |
Støddfrøði Mánadagin 26.mai 2025 |
08.15 - 09.15: Fimisrokning 09.15 - 09.45: Steðgur 09.45 - 13.45: Greiðslurokning |
Danskt Týsdagin 27. mai 2025 |
08.15 - 09.45: Máluppgáva 09.45 - 10.15: Steðgur 10.15 - 13.45: Framseting |
Munnligar próvtøkur
Í ár ferð 9. flokkur upp í føroyskum, donskum, kristni og alis- og evnafrøði. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, nær munnligu próvtøkurnar verða.
Munnligar próvtøkur | 9. flokkur |
Alis- og evnafrøði | 3. og 4. juni |
Føroyskt | 10. og 11. juni |
Danskt | 12. og 13. juni |
Kristni | 16. og 17. juni |