15. jun. 2025
Listaverkini í nýggju hádeildini liðug.

Fríggjadagin 6. juni var hátíðarhald í Sankta Frans skúla í sambandi við, at listaverkini í nýggja hádeildinu nú eru liðug. 

Listprýðing er ein týðandi partur av størri byggiverkætlanum í kommununi, og síðan 2008 hevur hálvt annað prosent av samlaða byggikostnaðinum verið sett av til listprýðing.

Heiðrikur á Heygum hevur listprýtt nýggju hádeildina í Sankta Frans skúla, og fríggjadagin greiddi hann frá listini, sum hevur sín íblástur í søgnini um, tá Guttormur í Múla og Barbara við Kvíggjá kappaðust í gandi.

Myndir og tekstur: Tórshavnar Kommuna.

Søgnin um Guttorm í Múla

18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025
17. jun. 2025
Gongutúrur við mið- og hádeild