16. jun. 2025
Søguligur dagur á Sankta Frans skúla
Í dag, 16. juni 2025, var ein serligur og søguligur dagur fyri okkum her á Sankta Frans skúla. Hjørdis Gaard gjørdist fyrsti næmingur nakrantíð, sum hevur lokið 9. floks prógv hjá okkum, og fekk hon heiðurin at vinda flaggið á stong í morgun.
Ynski um at fáa framhaldsdeild á Sankta Frans skúla byrjaði heilt aftur í 1960'inum, og loksins í 2023 byrjaði fyrsti 8. flokkur og sostatt hádeildin. Tí hevur hesin dagurin og hendan løtan leingi verið eitt ynski hjá Sankta Frans skúla.
Vit eru sera errin av okkara næmingum og teirra avbera góðu úrslitum. Vit vilja ynskja øllum, sum hava verið uppi í próvtøku í dag, til lukku og góða eydnu til tey, sum fara upp í morgin.
Prógvhandan verður í fimleikahøll skúlans, mikudagin 18. juni kl. 17.00.









20. jun. 2025
Summar-sangløta 19. juni 2025
18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025
18. jun. 2025
Grunddeildin í Havnardali
17. jun. 2025
Gongutúrur við mið- og hádeild
15. jun. 2025
Listaverkini í nýggju hádeildini liðug.
15. jun. 2025