15. jun. 2025
Ítróttardagur hjá grunddeildini

Fríggjadagin 13. juni var árligi ítróttardagurin í Sankta Frans skúla – eitt tiltak sum bæði børn og vaksin gleða seg til á hvørjum ári. Næmingarnir í grunddeild, frá forskúla til 3. flokk, hittust í Stóragarði til felags upphiting og funnu síðani saman í seks bólkar blandaðir við næmingum úr øllum flokkum. Børnini fingu seks ymiskar uppgávur – tríggjar áðrenn fríkorterið og tríggjar aftaná. Børnini kappaðust, samstarvaðu, runnu og flentu seg gjøgnum uppgávurnar. Heilt frá stein-saks-pappír spæli, stikkbólti, fótbólti og stafettum úti í garðinum til dans í forskúlanum og rørsluvenjingar í høllini. Dagurin endaði við hugnaløtu í floksstovuni, og skúlin bjóðaði okkurt gott.

20. jun. 2025
Summar-sangløta 19. juni 2025
18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025
18. jun. 2025
Grund­deildin í Havnardali
17. jun. 2025
Gongutúrur við mið- og hádeild
16. jun. 2025
Søguligur dagur á Sankta Frans skúla
15. jun. 2025
Listaverk­ini í nýggju hádeild­ini liðug.
Sí eldri tíðindi