Á vitjan á Føroya Tele (31. mai 2017)
Vit vóru og vitjaðu á Føroya Tele í gjár 31. mai 2017. Tað var stuttligt og áhugavert. Vit vóru í so góðari tíð til bussin, so vit avgjørdu líka at fara ein lítlan túr í Grasagarð fyrst. Á Føroya Tele hoyrdu vit millum annað um, hvussu tað var fyrr í mun til nú. Eisini sóu vit nógvar gamlar telefonir. At enda fingu vit sunkist og frukt og ein lekkran matpakka heim við.