Útferð hjá 3.b 06.06.2025
Leiðin gekk til Nólsoyar í samband við útferðina hjá 3.b hetta skúlaárið.
Farið var avstað kl. 7.45 av Bursatanga. Tá lagt var at gekk leiðin niðan í Korndal, har næmingarnir hoyrdu søguna um skotsku prinsessuna, sum flýddi til Nólsoyar.
Síðan gekk leiðin oman til brimgarðin, har læraralesandi saman við næmingum í Nólsoyar skúla hava prýtt brimgarðin við málningum við støði í søgum, sagnum og øðrum hendingum, ið hava tilknýti til Nólsoynna.
Eftir tað var gongutúrur út á Stongina, har næmingar ótu matpakka og hugnaðu sær.
Farið var oman aftur í bygdina, har næmingarnir hoppaðu trampolin, áðrenn leiðin gekk oman á vøllin, har næmingarnir hugnaðu sær við fótbólti, spældu í rørsluplássinum og onkur vassaði.































































































