100 dagar í skúla

Týsdagin 21. januar 2025 hildu vit 100 daga veitslu í skúlanum. Børnini í 1a og 1b møttu veitsluklødd og í góðum hýri. Vit byrjaðu við myndaboks og vælkomudrykki í heimastovuni hjá 1b. Síðani vóru spøl og spennandi lissukappingar í sangstovuni. Borðhaldið við góðum sangi var í heimastovuni hjá 1a og aftaná var gleði og gleimur í Lítlagarði, á vøllinum, í gongini og Just Dance í 1b. Ein frálík veitsla:-)