Bjarni vitjar
Sum partur av frálæruni í samfelagsfrøði og, meiri spesifikt, evninum Politikkur í FO, hava vit aftur í ár havt vitjan av Bjarna K. Petersen, landsstýrismađur í lógarmálum.
Hann greiddi frá sær sjálvum, hvør hann er, og hví hann gjørdist virkin í politikki.
Síðani segði hann nakað um føroyskan politikk, vinstra og høgra, samband og loysing.
At enda settu vit honum spurningar. Næmingarnir vóru raskir og mótaðir í sínum spurningum - tað manglaði eisini bara!
Vit høvdu fyrireikað eina røð av skilagóðum og gevandi spurningum, men bert ein brotpartur slapp framat, tí Bjarni skuldi á ein ekstraordineran landsstýrisfund.
Afturfyri spurdi Bjarni, um vit kundu senda honum írestandi spurningarnar sum upptøka, og so vildi hann svara teimum ASAP. Hesum játtaðu vit.
Hetta er fjórđa áriđ á rađ, at hann hevur vitjađ SFs, og eru vit óvanliga takksom fyri henda samfelagshuga. Vanliga hava vit heitt á ein politikara afturat Bjarna, eina kvinnu, eisini unga, og kanska við einum eitt sindur øðrvísi áskoðan enn hann, at vitja okkum.
Tað er nevniliga so, at vit á ymsan hátt, eitt nú í skipaðum bólkaarbeiði, har hvør bólkur er ein politiskur flokkur, gera okkara til fyri at skaffa næmingum økt innlit í føroyskan politikk - og er henda afturvendandi vitjan ein liður í nevnda endamáli.
AN






