Evnisarbeiði um víkingar
Seinastu vikurnar hava vit arbeitt við víkingum í føroyskum hvønn hósdag. Nem í triðja leggur upp til, at vit læra at seta spurningar og kanna ymiskt, sum vit koma fram á. Í bókini eru m.a. víkingar við dømum um spurningar, og teimim hava vit roynt at svara við hesum evnisarbeiðinum. Vit brúktu myndir í bókini til inspiratión, og tá vit skuldu hava meira at vita, fóru vit á netið at leita. Stóra talvan stóð tendrað, og vit fóru sjálv upp at leita, so hvørt sum tørvur var á tí. Soleiðis læra vit eisini at leita og finna tað rætta á netinum, eins og vit eisini eru komin inn á týdningin av at vera kritisk og ikki trúgva øllum, sum er at finna har. Víkingar okkara hanga nú í gongini tætt við 3.b. Í næstu viku er evnisvika, og tá fara vit at arbeiða við USA.