Lesa grummar søgur upp 8/12-20
Seinastu tíðina hava vit arbeitt við ymiskum grummum ella óhugnaligum, og tað hevur verið spennandi. Øll hava skrivað í minsta lagi eina grumma søgu, og nú vit eru um at vera liðug við partin um tað grumma, hava vit lisið okkara grummu søgu fyri flokkinum. Vit leggja stóran dent á hetta at leggja fram fyri øðrum. Summi hava meira upp á hjarta enn onnur, men øll hava okkurt at siga og fáa ment sínar førleikar.