Eivy við í forskúla (feb. 2020)
Tíkin hjá Konny, Eivy, hevði tað ikki gott við at vera einsamøll heima, tá sprongt varð í undirsjóvartunnlinum til Sandoynna beint undir heimi teirra í Kirkjubø. Tað buldraði, og húsini skulvu, so Konny visti ikki betri ráð, enn at taka Eivy við í forskúla, meðan hetta stóð uppá. Men fyrst mátti Eivy vaskast, so børnini í forskúla B kundu sleppa at kela henni. Bæði stór og smá frøddust um at hava Eivy í forskúla B. Ikki frítt, at Eivy treivst væl eisini.