Verkætlan
Aftur í dag hava vit havt ein spennandi, mennandi, læruríkan og stuttligan verkætlanardag.
Dagurin byrjaði sum vant við morgunsangi, sangløtu og kalendara. Tey vaksnu gjørdu klárt og vit vóru so spent at vita hvat Vivian fór at læra okkum og gera saman við okkum í dag.
Í dag var evni "Kenslur og hvørjar kenslur eru?"
Tá vit prátaðu um kenslur, vistu vit nærum ALT sjálvi. Bæði hvussu kenslurnar eita, hvussu vit síggja út tá vit hava hesar ymisku kenslurnar og fyri ikki at gloyma hvussu tað kennist inni í okkum tá kenslurnar gera vart við seg.
Vit vistu t.d. væl av at tað ber bæði til at gráta og flenna tá vit eru glað og kedd. Og tað besta av øllum er, at tað er ikki skeivt, tí vit eru jú so ymisk og hava ymiskar hættir at vísa okkara kenslur uppá :) Og vaksin, ja tey gráta eisini ;)
Sum tit síggja á myndunum, lógu nógv kort á gólvinum, tað vóru kort við eini mynd á, ið vísir onkra kenslu. Áðrenn vit sluppu at taka okkum hvør sítt kort, segði Vivian okkum søguna, "Søgan um pápaleysa", ið er ein gomul føroysk søga. Vivian nýtti okkara gomlu ljóðførir, tá hon segði okkum søguna og tað gjørdi søguna rættiliga spennandi og livandi.
Vit tóku okkum síðani hvør sítt kort og søgdu frá hvat vit sóu á myndini og hvussu vit hildu at tey á myndini høvdu tað. Allar frásagnirnar vóru sera góðar og inniligar.
Í fríkorterinum fóru vit oman í fimleikahøllina til Spæliliðið. Tey spældu nøkur spøl saman við okkum. Tíðin gekk bara alt ov skjótt og áðrenn vit vistu av, var fríkorterið liðugt. Summi vóru kedd, tí tað longu ringdi inn. Onnur vóru glað og nøkur vóru fúkandi ill, tí onkur segði at tey taptu, ja, onkur græt av øði. So tað kann sigast at hetta var eitt sera læruríkt fríkorter, har okkara kenslur komu til sjóndar.
Í dag ótu vit matpakka og kliptu, teknaðu og límaðu maskur hvørt um annað og tað dámdu okkum væl :)
Vit evnaðu sjálvi maskurnar til og góðu maskuni tað úttrykk við høvdu hug til. Allar maskurnar blivu sera flottar og úttrykksfullar.
Aftur kom ein sera sera spennandi, mennandi, læruríkur, stuttligur og viðkomandi verkætlanardagur at enda.