Verkætlan “KROPPURIN” 20.01.2021 (Kroppar og kropsheiti).

Altso… sum vit hava havt ein spennandi, mennandi og stuttligan dag í dag.

Sum skrivað er í kunningarskrivið á heimasíðuni undir “boð”, byrjaði dagurin sum vant, við morgunsangi, sangløtu og kalendara. Tey vaksnu gjørdu klárt í forskúla A, tey fluttu øll borðini og løgdu pappír á ALT gólvið, WAWW… tað sá spennandi út. Vit kláraðu næstan ikki at bíða við at koma í gongd.

Vivian fortaldi okkum hvussu hon æt og hvat vit fóru at gera. Vit prátaðu um litir og hon spurdi okkum um hvørjir grundlitir eru og um vit vistu hvussu vit skulu blanda hesar ymisku litirnar fyri at fáa júst tann litin vit ynskja okkum. Og… tað vistu vit rættiliga væl ;)

Vit hoyrdu eina søgu um KROPPIN, sum Vivian segði okkum frá. Søgan handlaði um hvussu alt eitur á kroppinum. Fótur, tær/bibbir, il, hælur, rist, fótliður, tjúkki, skinnabein, knæ, lær, undirlív, sitivøddar/rumpa, pissikona, pissimaður/pissilingur, nalvi, búkur o.s.fr. Ja, heilt frá stórutá og upp til hárið.

Vivian hevði eina so sera flotta og spennandi trummu við, sum hon spældi á, fyri okkum, tá hon læs søguna.

Vit vóru saman tvey og tvey og hjálptu hvørjum øðrum at tekna kroppin hjá okkum. Tað var sera stuttligt og læruríkt. Vit vóru noydd til at arbeiða saman og siga hesi ymisku heitini á kroppinum, um vit høvdu tørv á tí, t.d. kanst tú strekkja beinini ella kanst tú strekkja armin og spreiða fingrarnar út v.m. Tá vit øll vóru liðug at tekna, løgdu vit okkum á okkum sjálvs :) tað var ordiliga stuttligt at vita um kropparnir báðir passaðu saman.

So var farið í holt við tað sum vit høvdu glett okkum allar allar mest til, og tað var, at mála. Vit blandaðu júst teir litirnar vit ynsktu okkum. Vit málaðu við penslum, svampum og fingrum. Og sum tit síggja á myndunum, arbeiða vit sera hugagóð og onkur hjálpist æt og vit vóru sera røsk at fáa máling frá hvørjum øðrum og eingin kom til at traðka á nakran ný málaðan kropp. Vit øll blivu flott so flott.

Vit gloymdu alt um lítla matpakka, sum vit annars ALTÍÐ eru so røsk at minnast til tá klokkan er farin av 09.30 :)