Skúlarenning 08.10.2020
Á teirri fyrstu myndini eru vit ein túr, har vit ganga rutuna, sum vit skulu renna í komandi viku. Av tí at vit eru 5 og 6 ára gomul, og ganga í forskúla, er hetta fyrstu ferð vit eru við í skúlarenningini og vit eru jú ikki von við, at ganga sjálvi úti í ferðsluni. Tí er tað sera umráðandi, at vit læra okkum hvussu vit hátta okkum úti í ferðsluni og hvar vit skulu renna.
Sum tit síggja á myndunum, fingu vit í forskúlanum hvør sína gula blusu til skúlarenningina. Tað er ordiliga gott, tí so vistu allir næmingar og lærarar í skúlanum, at her vóru nøkur fitt forskúlabørn, sum tey skuldu ansa eftir og hjálpa um tørvur var á tí :)
Tá vit komu niðan til Eystara ringveg, fingu vit eina striku á handabakið ella har vit ynsktu, sum segði frá at vit høvdu runnið eina rundu á 2,5km. Nøkur fingu eina striku og onnur fleiri. Tá vit komu oman aftur í skúlan, í Lítlagarð, krossaðu vit okkum av, á eini stórari talvu. Síðani fingu vit frukt og vatn.
Afturkomin í forskúlan blivu vit rópt upp á heiðursmerkja skammilin ein og ein, har Anna handaði okkum heiðursmerki og skeytblað og lógvabrestirnir rungaðu :) Eisini fingu vit sundkist og okkurt søtt undir tonnina ;)