Alhalgunadagur 02.11.2020
Fríggjadagin 30.okt. segði Agga børnunum frá um Alhalgunardag, ið er minningardagur teirra sjólátnu og er hin 01.nov.
Hann segði frá um krígsárini og at nógvir menn sjólótust tá og at alhalgunardagur er ein minnisdagur fyri øll, ið doyggja á sjónum. Tað verður flagga í hálvari stong og hvat tað merkir. Eisini at kirkjugongd verður við bispi og síðani verður farið niðan í Plantasjuna, har Føroya Løgmaður og Tórshavnar bátafelag fara at leggja ein krans við minnisvarðan.
Í góðveðrinum í morgun spákaðu vit okkum ein túr niðan í Plantasjuna/Viðarlundina, fyri at hyggja eftir bæði minnisvarða og kransum og øllum tí vakra, ið annars er í Viðarlundini.
Tað vóru heilt nógvir spurningar og frásagnir um langabbar og onnur, ið vóru druknað. Tey flestu kendu ella vistu um onkran druknaðan.
Vit prátaðu eisini um øll bløðini, ið vóru dottin av trøðunum og at tey blivu so við og við til mold og hvat hendir, tá tað fer at vára aftur.
Í arbeiðstímanum var uppgávan at teknað eina mynd frá túrinum. Tey flestu teknaðu minnisvarðan ella skip og onnur blómur, trø og fuglar.