Halloween í gamla kirkjukjallaranum 30.10.2020.
Í samband við at 4.a. hevur havt eina verkstovu um Halloween, hava tey gjørt eitt óhugnarúm í gamla kirkjukjallaranum. Óhugnaligari kann tað nærum ikki verða.
Tey bjóðaðu okkum at koma oman á vitjan. Áðrenn vit løgdu leiðina oman í kirkjukjallaran, segði Agga okkum frá um Halloween, m.a., at hesin sigur stavar úr Írlandi. Hann segði eisini frá hvussu børnini í 4.fl. hava arbeitt og, at tað einasta, sum er veruligt eru seyðarhøvdini, og ALT hitt er okkurt, ið børnini hava evnað sjálv.
Elisabeth, systur Sofíu, bjóðaði okkum vælkomnum og segði okkum frá ymiskum um Halloween, hvat tey høvdu gjørt og at vit skuldu sleppa at ganga ígjøgnum óhugna-rúmið við tendraðum ljósið og um nakar vildi sleppa ein túr við sløktum ljósið og óhugna-tónleiki, kundu tey tað. OG... TAÐ GJØRDU VIT ØLL....
Sum tit síggja á myndunum var tað sera sera óhugnaligt og spøkilsini vóru faktiskt sera fitt og bjóðaðu okkum sunkist, spøkilsis-sleikisneis og tyggigummi.
Ein sera góð, óhugnalig og spennandi uppliving ;)