Frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum skúlaárið 2023/2024

  • Summarfrítíð: mikudagin 21. juni –týsdagin 15. august
  • Heystfrítíð: leygardagin 7. oktober - sunnudagin 15. oktober
  • Jólafrítíð: hósdagin 21. desember – týsdagin 2. januar
  • Lagdur frídagur: fastalávintstýsdagur 13.februar
  • Páskafrítíð: leygardagin 23. mars – mánadagin 1. apríl
  • Flaggdagur: hósdagin 25. apríl
  • Dýri Biðidagur: fríggjadagin 26. apríl
  • Kr. Himmalsfarardagur: hósdagin 9. mai
  • Lagdur frídagur: fríggjadagin 10. mai
  • Hvítusunnufrítíð: leygardagin 18. mai - mánadagin 20. mai
  • Grundlógardagur: mikudagin 5. juni
  • Summarfrítíð: mikudagin 19. juni – mikudagin 14. august

Allir nevndu dagar verða roknaðir sum frídagar.

Í skúlaárinum 2023/24 eru 2 dagar, ið leiðsla skúlans leggur sum frídagar í samráð við skúlastýrið sambært § 53, stk. 1, pkt. 1, § 55, stk. 4 og við atliti at § 22, stk.1, pkt. 4 um frítíðarætlan sum partur av undirvísingarætlan skúlans. Árliga skúladagatalið hjá næmingunum er 193 dagar. Leiðsla og lærarar skúlans nýta harumframt fimm dagar til fakliga og námsfrøðiliga menning og til at fyrireika komandi skúlaár. Í minsta lagi tríggir dagar verða lagdir í juni mánaði, eftir at næmingarnir eru farnir í summmarferiu, og tveir dagar kunnu verða lagdir í august mánaði, áðrenn næmingarnir byrja aftur í skúla.