Boð

 

Góðu foreldur og næmingar

 

Í døgunum 16. – 23/05-19 verður evnisvika í Sankta Frans skúla.

Evnið hesaferð er umhvørvið og vit.

 

At taka við:

Gomul perlubond og perlur.

Húsarhaldsrusk s.s. kaffipakkar, morgunmatarpakkar (kornflakes), mjólkapakkar og annað.

tveir gamlar lyklaringar, sum tit ikki brúka meira. Hesir vera so gjørdir um til nýggjar lyklaringar til barnið.

Ein dag í evnisvikuni, skulu tey út at mála, so tá er gott at vera í klæðum sum máling kann koma á.

 

Ætlanin er, at hvør flokkur ger eina framsýning/listaverk burturúr hesum ruskinum.

 

16/05 fara vit út at rudda í Tórshavn og hinar dagarnar arbeiða vit á verkstovum. Neyðugt er at vera í klæðum, ið tola, at okkurt kemur á tey.

23/05 bjóðar skúlin til grannakaffi. Vit gleða okkum at síggja tykkum hendan dagin, har ið børnini fara at vísa fram, tað tey hava gjørt í evnisvikuni.

 

Vegna Sankta Frans skúla

Leiðslan og Virkisnevndin

Turið Hovgaard

Tlf.nr.: 506608

Teldupostur: turid.hovgaard@skulin.fo

 

Katrin L. Hansen

Tlf.nr.: 253062

Teldupostur: katrin.l.hansen@skulin.fo

08/02-2019 
 
Góðu foreldur og næmingar 
 
Vit vilja hervið minna tykkum á telefon politikkin hjá Sankta Frans skúla. 
 
Tað er loyvt næmingunum at hava telefonina við í skúla, men í skúlanum skal telefonin vera sløkt og liggja í skúlataskuni.  
 
Undantak: 
Lærari kann loyva at telefonin verður brúkt sum eitt amboð. 
 
Frá mánadegnum 11/02-2019, fara vit øll at ansa væl eftir, at telefon politikkurin verður hildin. 
Um næmingar hava telefonina frammi ella uppi á sær, verður hon tikin og latin skúlastjóranum.  
Foreldur kunnu koma eftir telefonini á skúlanum millum kl. 8.00 – 14.15. 
 
Hetta er eitt átak fyri at fáa næmingarnar at virða skúlareglurnar, men eisini fyri at geva næminginum frið í skúlatíðini, so næmingarnir kunnu hugsavna seg betur og vera til staðar millum sínar floksfelagar. 
 
Vinarliga 
 
Sankta Frans skúli 
Leiðsla og lærarar 

Vinarbólkar 3. flokkur:

Bólkur 1: Femja - Signhild - Sigrun - Aron

Bólkur 2: Karin - Ronja - Rói - Janus

Bólkur 3: Elsa Kathrina - Elisa - Eyði - Heri

Bólkur 4: Lív - Maria - Eiri - Noam

Bólkur 5: Dóra - Emily - Olivia - Daniel