25. mar. 2025
FM í skúlatelving

Í dag hava næmingar í 5-8 flokki í sunnaru helvt av landinum kappast um at koma í finaluna, sum verður í næstu viku.

Næmingar hjá okkum stóðu seg væl, og góvu hinum skarpan gang.

Vit høvdu 6 lið við. Næmingar úr 5-6 flokki. Umframt eitt blanda lið við næmingum úr 4 og 2 flokki. Hesir sluppu við í dag, tí tíverri var eingin úr 3-4 flokki við í kappingini í gjár, vegna væntandi undirtøku.

Endaliga úrslitið av kappingini gjørdist, at okkara blandaða lið við næmingum úr 2, 4, 5b og 6b gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina. Flott! Og til lukku við tí.

Onnur lið vóru eisini heilt væl við til tað síðsta. M.a. høvdu næmingar úr 6.b møguleika í seinasta umfari at telva seg í finaluna. Tíverri gjørdust teir ov stuttir.

Spennandi verður at fylgja við í finaluni. Góða eydnu 

06. mar. 2025
Fastalávintsmyndir
28. feb. 2025
FM hjá handverkarum
25. feb. 2025
Spæl Føroyskt vika
05. feb. 2025
Kom og Rokna
24. jan. 2025
100 dagar í skúla
07. jan. 2025
Langomma lærari hjá langommudóttrini
Sí eldri tíðindi