Sankta Frans dagur (4/10-22)

Sum siðvenja er hava vit aftur 4. oktober í ár hátíðarhildið Sankta Frans, sum skúlin eitur eftir. Dagurin byrjaði við, at Aslaug segði nøkur orð um Frans av Assisi (Sankta Frans) og lív hansara. Síðani vóru spøl og kappingar á skránni, og at enda fingu øll ís, sum siðvenja hevur verið í mong, mong ár. Sankta Frans dagin biðja vit eisini altíð bøn Frans av Assisi og syngja somuleiðis Sólsangin, sum hann yrkti.