Jólaútferð í Kirkjubø 07.12.2020
Endiliga upprann dagurin har vit fóru jólaútferð heim til Kirkjubøar. Vit hava verið so spent, onkur okkara hava talt dagar til vit skuldu avstað. Nøkur foreldur koyrdu okkum heim til Kirkjubøar í lýsingini. Tá vit komu til býggjar, sóu vit nógv livandi ljós, tað var ein ljós-gøta at ganga eftir og vit vistu ikki hvar hon endaði. Tað var nokk so spennandi :) Vit endaðu niðri á Árnanesi við eini gomul grótlagaði hús við flagtekju. Tað var sera hugnaligt at koma inn í húsini. Har lýstu perur og mandarinir lógu í einum trogi á beinkinum. Uppi í tróðrinum hingu garnmørar, sum Huldu Sámal skuldi gera til garnatálg áðrenn jól. Brádliga gekk hurðin og "taveistadenn" var tað Huldu Sámal sum kom inn. Hann var ávegis inn til Velbastaðar og hevði fingið eyga á nøkur fitt børn niðri á Árnanesi og legði síðani leiðina oman til okkara. Hann segði okkum, at hann býr í Hálvdanshúsi, ið liggur sunnanfyri Kambin og at vit altíð eru vælkomin at hyggja inn á gólvið hjá honum og konuni. Tey hava so nógv um oyruni, so tað kann meir enn so henda at tey ikki eru inni um vit skuldu komi á gátt. Hurðin er altíð opin, so vit skulu bara fara inn ;) Hann bjóðaði okkum leskiliga sjokolátu og gummibomm.
Vit gingu síðani ein túr fram við Oyruni og heim í bygdina. Støðgaðu á uttan fyri Ólavskirkjuna og Konny segði okkum frá, at fyri fleiri 100 árum síðani kundi man ganga út í Kirkjubøhólm. Kyndilsmessa harða 2.feb. 1602, sigur søgnin, at tað var eitt øðiligt ódnarveður og tá kom sjógvur í millum Kirkjubø og hólmin. Eisini segði hon okkum frá um hvussu bygdin hevði sæð út fyri fleiri fleiri 100 árum síðani. Vit fóru inn í Múrin og har sungu vit "Maria Jesus í heimin bar" og hugdu eftir øllum møguligum spennandi, sum var høgt úr gróti. Og ikki minst fóru vit at hyggja eftir "Gullskápinum" og hoyrdu søguna um tað. Vit skiltu bara ikki hví eingin hevur prøva at fingið fartur á "skattinum", ið liggur inni í tí. Tá vit komu inn aftur til Konny, fingu vit leskiligar pitsabollar, ið mamma Vilhjálm hevði gjørt og nýbakaðar vaflur, frá mammu Eirik Inga, eisini fingu vit sundkist. Ein flottur og stórur bussur kom eftir okkum, vit fóru glað og væl nøgd yvir til Havnar í frítíðarskúla :)