Heilsufrøðingur
Morid Meitilberg, heilsufrøðingur

Telefon: 56 23 39
Teldupost: moridm@gigni.fo

Eri á skúlanum týsdagar og hósdagar frá 08:00-15:30 og fríggjamorgun frá 08:00-10:45.

Miðjað verður ímóti, at eg síggi næmingin einaferð um árið. Viðhvørt til bólkasamrøðu og eisini til einstaklingasamrøðu. Tosað verður um trivna í skúla, frítíð og heima. Eisini verða ymisk evnir tikin upp í bólki, so sum reinføri, persónlig mørk, vinalag, trivnaður í felagsskapinum, kynsbúning, alkohol, royking o.s.fr.

Eisini verða sjón, hædd og vekt kannað. Í 1. og 7. flokki verða litsjón og hoyrn kannað.

Næmingar og foreldur eru vælkomin at venda sær til mín við spurningum um heilsu, trivna og menning hjá barninum. Allir spurningar verða viðgjørdir í trúnaði.