30. nov. 2024
Næmingaráðið í hádeildini ein virknan leiklut

Á fyrsta sinni hevur Sankta Frans skúli mannað eitt næmingaráð fyri hádeildina. Tey, ið manna næmingaráði eru Anna Brøðraberg úr 9. flokki, Elias Zachariasen úr 8. flokki, Nina Egholm úr 7.a og Ria Langgaard úr 7.b. Tað er Fríðgerð Ovadóttir, flokslærari í 8. flokki, sum tekur sær av næmingaráðnum vegna skúlan.

Næmingaráðið hevur havt ein virknan leiklut í innrættingini av nýggju hádeildini, har tey møttust tíðliga í skúlaárinum, at gera sítt tilmælið til innrætting bæði innan og uttan.

Síðan hevur dentur verði lagdur á trivnað millum næmingarnar. Næmingaráðið hevur m.a. skipað fyri einari morgunmatarskipan, har flokkarnir skiftast um at bjóða morgunmat fyri allari hádeildini. Eisini hava tey skipað fyri spurnakappingum í fríkorterunum og í farnu viku skipaðu tey fyri holukøkum og hugnaði í miðhølinum.

Alt í alt hevur næmingaráðið verið ein virkin viðspælari í at skapa eitt so gott umhvørvið í hádeildini, sum til ber. Hetta fegnast skúlin um og gleða vit okkum til at síggja og luttaka í komandi tiltøkum, sum tey skipa fyri.

Myndirnar eru frá morgunmatinum tann 31. oktober, har 7.a bakaði bollar, og frá pyntidegnum 29. november.

26. nov. 2024
Vinarflokkar á støddfrøðis­veiðu
26. nov. 2024
Vinarflokkar baka piparnøtir
18. nov. 2024
Lærarastørv í Sankta Frans skúla
12. nov. 2024
Nýggja skúla­stýrið mannað
09. nov. 2024
Valevnini til skúla­stýrið skriva ...
07. nov. 2024
Hátíðarhald í okkara nýggju hádeild
Sí eldri tíðindi