26. mai. 2017
Vit gera Grækaris Grashøvd

Næmingar okkara í 1. og 2. flokkunum vóru mikudagin úti í Lítlagarði og gjørdu sær hvør sítt høvd av Grækarisi Grashøvdi. Tað er hann sjálvur, sum Ævintýraferðin syngur um. "Hann hevur ein hava á høvdinum..." Ein hugnaligur dagur við ógvuliga arbeiðssomum næmingum.

Nú standa nógvir Grækarisar í vindeygunum í skúlanum, tí fyri at grasið skal fara at vaksa á høvdinum, mugu teir hava nógv ljós og vatn. So teir verða javnan vatnaðir eisini.

Sangurin um Grækaris Grashøvd stendur í Hervør og Høgni-lesibókini til 1. flokk, og í henni er eisini ein uppskrift, sum vísir, hvussu vit kunnu gera okkara egna Grækaris Grashøvd.

Grasfræ og saguspønir verða koyrdar í ein neilonsokk, sum síðani verður prýddur og gjørdur til eitt andlit. Tá skallin við frænum í er vatnaður væl í eina tíð, fer gras at vaksa úr honum, soleiðis at vit ikki longur hava eitt skallut høvd, men eitt grashøvd.

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi