22. apr. 2024
Samfelagsfrøði í 8.fl

Bókin er býtt upp í 5 partar, eitt nú Rúsdrekka, rúsevni og  tubbakk, Lóg og revsing og Politiskar skipanir og val, og hvør partur inniheldur fjølbroytt tilfar, ið leggur upp til ymiskar arbeiðshættir.

Í kapitlinum um rúsdrekka lærdu vit, hvussu brúkið og hugburðurin til evnið er broytt í Føroyum; men eisini, at tað eru fólk, sum ikki makta henda løg. Í hesum sambandi, heldur enn at jabba upp í saman við alskyns preti til tess at geva næmingunum innlit í avvarðandi evni, bjóðaði eg rithøvundanum, Høgna Mohr, inn í flokkin.

Í samband við part 5 í samfelagsfrøði, Politiskar skipanir og val, kom Høgni Hoydal á vitjan í Finsen, har hádeild heldur til.

Næmingarnir spurdu um okkara felags sparigrís, landskassin at navni, um burðardygd sum hugtak, um hvønn flokk, hann hevði valt, um Tjóðveldi ikki var til, teir spurdu, hvussu hann hevur tað, um klædnastíl, ella mangul upp á sama!, um formyndarí, um hví tey, sum bestemma og hava nógvar pengar, halda, at bert tey, ið tjena nógv, skulu sleppa at roykja, drekka og ferðast, um Nato, frið og ófrið, um altjóða samstarv, um tjóðskaparrørslu sum hugtak og ‘dreivara’ fyri frælsishugsjónini, um høgra, um vinstra, hvussu Høgni skilir hesi hugtøk, og hví!, og hvussu nógv hann klárar at lyfta.


Høgni gav sær so miklar stundir, 2 tímar og 20 minuttir, at hann kom ov seint á landsstýrisfund. RESPEKT!
Vit takkaðu fyri. Høgni kom við hesi framúr heilsan til okkum seinni aftur:  

“Tað eri eg, sum takki.
Ein fragd og rørandi at uppliva og sleppa at hitta næmingar og ein lærara við slíkum intensiteti, áliti, nærleika og opinleika - og á so høgum støði.
Eg fái ordiliga góðar vónir um framtíðina og læri at hugsa øðrvísi og endurhugsa mínar meiningar av tykkum og teimum góðu spurningunum, hugsanunum og dialoginum.
Eg havi lært meira av tykkum uppá tveir tímar enn eg havi lært í nógv ár.”

03. mai. 2024
Evnisarbeiði
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
Sí eldri tíðindi