29. mar. 2017
Rakul á vitjan hjá Løkke

Rakul Poulsen í 5.b hevur teknað jólakortið, sum Lars Løkke Rasmussen á jólum sendi umleið 1000 samstarvsfeløgum kring allan heimin.
Danski forsætisráðharrin útskrivaði fyri jól eina teknikapping, har hann heitti á børn um at tekna eina jólatekning og senda sær hana. Fleiri hundrað tekningar komu inn, og tá vinnarin skuldi finnast, fall valið á 11 ára gomlu Rakul Poulsen úr Havn. Hon hevði teknað eina tekning av trimum børnum, sum skreiddu saman í kavanum. Eitt føroyskt, eitt grønlendskt og eitt danskt barn, sum saman umboða øll trý londini í ríkisfelagsskapinum.
- Vi er alle ens, skrivaði Rakul, tá hon greiddi forsætisráðharranum frá, hví hon hevði valt at tekna júst hetta.
- Det er et godt budskab, skrivar Løkke á heimasíðu síni. For selvom vi er forskellige, deler vi en fælles historie og fælles værdier. Det skal vi værne om. Jeg sætter utrolig stor pris på rigsfællesskabet, sigur hann.
Sum tøkk fyri tekningina fekk Rakul eina ferð til Christiansborg, har hon slapp at vitja forsætisráðharran. Við sær hevði hon mammu sína, ommu sína, og eitt systkinabarn. Tær vórðu vístar runt á Christiansborg.
Nú er ein vika síðani, Rakul kom aftur til Føroya, og hon er sera hugtikin av, at so nógvir lutir á Christiansborg er prýddir við gulli. Sjálvt elevatorin. Men Løkke, hann er sum ein púra vanligur maður, smílist hon.

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi