07. mar. 2017
7. flokkarnir gjørt brýr við Bynna

Tað er ikki altíð so lætt at arbeiða við teimum ymiskum skapunum, sum vit læra um í støddfrøði. Eitt er at duga at brúka formlar til tríkant, javnfirring og tílíkt, men nakað annað er at skilja, hví vit gera, sum vit gera. Her er Bynne Lamhauge fullur í hugskotum.
Bynne hevur drúgvar royndir sum lærari í støddfrøði, og tá tey í 7. flokkunum herfyri komu so langt í bókini, at tey skuldu rokna trapets út, gjørdi hann ikki mætari enn at fara niður í smíðstovuna við teimum øllum somlum. Fyrst 7.b og síðani 7.a.
Sum smíðlærari og møblasnikkari er tað nærmast eitt spæl hjá Bynna at læra frá sær í smíðstovuni, og har hava tey øll gjørt sær hvør sína lítlu træbrúgv. Hetta er einki hokus pokus, men egið snið frá Bynna.
Brúgvin er gjørd úr sjey trapetsum, sum snøggar liggja lið um lið og gera, at brúgvin bogar upp frá.
Aftaná hava næmingarnir allir mátað júst sína brúgv við lineal og brúkt trapetsformlar at funnið fram til røttu úrslitini.
Bynne hevur mikudagin sín seinasta starvsdag í Sankta Frans skúla, nú hann skal pensjonerast. Vit takka honum hjartaliga fyri tíðina her á staðnum.

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi