29. nov. 2022
Norðplus Junior-samstarv

Læruríkt, mennandi og spennandi

Norðplus-junior er ein skipan undir Norðurlandaráðnum fyri undirvísingarøkið, ið stuðlar samstarvinum ímillum skúlar og næmingar.  og hava vit í Sankta Frans skúla mangan luttikið í Norðplus-samstørvum. Norðplus samstarvar millum ellivu tjóðir; norðurlondini Svøríki, Norra, Danmørk, Finnland, Ísland, Grønland og Føroyar og baltisku londini Estland, Letland og litava.

Endamálið við samstarvinum er at geva næmingunum høvið at ogna sær nýggja vitan um mentan, søgu, náttúru- og samfelagsviðurskifti í londunum hjá hvørjum øðrum. Ætlanin er, sum Nordplus skipanin eisini leggur upp til - at aðrir næmingar, lærarar og skúlin sum heild skula fáa gleði av samstarvinum.

NordPlus snýr seg um at skapa samstarv og netverk í millum norðurlendsku  og baltisku londini og menna góðsku-kreativitet- og nýhugsan í undirvísingini við einum ávísum evnið, ið arbeitt verður við.  Tað er av stórum týdningi, at lata næmingar uppliva, hvussu onnur liva, og hvør høvuðskeldan er til teirra gerandisdag. Tað er bæði læruríkt, mennandi og  spennandi hjá næmingunum at uppliva, hvussu javngomul búgva og liva.

 

Luttakandi flokkar, sum gestir og vertir

Síðsta skúlaár høvdu 7. Flokkarnar, hjá Tórunn og Gunn, samstarv við skúlar úr Danmørk og Ísland um burðardyggir vanar. Í ár hevur Magnar og 7.b samstarv við Estland og Letland um fuglar og Turið og 7.a hevur samstarv við Danmørk um grøna orku- mentan og ríkisfelagsskapin. Flokkarnir, ið luttaka, skulu vitja hini samstarvs-londini, og taka ímóti teimum, tá ið tey vitja okkum í Føroyum.

Í vikuni, hava Ester og Rebekka verið á vitjan í Danmark, har vit hittu lærarar úr Danmark, Litava og Letlandi. Vónin og ætlanin er, at skipa enn eitt NordPlus samstarv, hesaferð millum øll fýra omanfyri nevndu londini, ið skal strekkja seg yvir 2 ár. Hesaferð, við evninum Skógur. Vitjanin hevur til endamál at savna saman umboð fyri stovnarnar, ið luttaka, og harvið leggja fram uppskot og møguleikar fyri hvørt land og seta saman eina umsøkn um fíggjarligan stuðul til samstarvið. Luttakandi skúlarnir eru úr Danmark (Håstrup), Føroyar (Tórshavn), Letland (Roja) og Litava (Kiduliai)

Í Danmark búðu vit tveir dagar saman við lærarunum úr Litava og Letlandi og fingu tískil tosa sera nógv saman og sparra uppskot, hugskot og spurningar. Eisini vóru vit á vitjan í danska skúlanum, í Håstrup á Fyn, ið skal luttaka. Vit fingu skipað eina ætlan, avgjørt dato til ferðirnar til hvørt landi og sett saman eina umsøkn. Skógur er ikki júst nakað, ið fyllir nógv í Føroyum og tí ræður um at hugsa øðrvísi og finna fram nakrar møguleikar, ið vit kunnu nýta og seta saman til eina áhugaverda, stuttliga og læruríka skrá til okkara gestir og skal skráin hjá øllum okkum luttakarum sendast inn í Januar.

Henda 2 ára verkætlanin verður eftir ætlan í tíðarskeiðnum September 2023 til September 2024. Ymiskt er eisini hvussu nógvir næmingar umboða hvønn skúla. 6. Flokkurin í ár, ið eru tey vit søkja fyri, eru 24 næmingar í hvørjum flokki og verður tað tískil skipað soleiðis, atat vit deila londini millum flokkarnar.  Umsøknin er nú send inn, og eftir er at bíða og vóna eftir játtandi svari.

 

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi