27. jan. 2020
100-daga dagur í Grunddeildini

100-daga dagur í Grunddeildini

Í tí institutión, Sankta Frans skúli er, kann tað ongantíð vera púra sørt við hátíðarhaldum og fagnaðardøgum annars.
Og dagurin í dag var í so máta onki undantak.

Fríggjadagin 24. januar, hava næmingarnir í Grunddeildini, líka frá forskúla til 3. flokk, gingið júst eitthundrað dagar í skúla.
Hesin gleðidagur skuldi sjálvandi haldast við sóma - og hildin varð hann. Ja, tað manglaði bara!

Í forskúlanum feiraðu tey dagin á sín heilt serliga hátt, eitt nú við at "perla" Cheerios og øðrum kreativiteti, ið tey jú útmerka seg í.
Niðri í fimleikahøllini møttust 1., 2. og 3. flokkur til morgunsang.
Aftaná loknan morgunsang, sum tó var eitt sindur annarleiðis enn vanligt er, høvdu vit eina longda sangløtu, har vetrarslagarar sum Burtur á heiði, Veturin kom við kulda og kava við fleiri ljóðaðu so hart og hvølt. Deiligt.

Áðrenn Just Dance og næmingarnir, eisini dreingirnir!, 'erobraðu' gólvið og gjørdu sítt ítarsta at apa eftir teldustýrdum Pro-dansarum, sum koreografiskt válkaðu sær á lørifitnum frammanfyri pallin, liraði Katrin E eina søgu til forsamlingina á knapt hálvtannaðhundrað næmingar.

Afturíafturkomin úr fríkorterinum vóru kappingar á skránni. You name it - lissukapping og stafett.

Og so kom haldið í hæddina, tá hvør næmingur sær, við eini asins rúgvu av Cheerios, og einum bandi, skuldi perla sær eitt hálsband.
Hæddin í sjálvari hæddini var at síggja Leiv Frederiksen perla og perla og perla, sum galt tað lívið - ja, eg meini tað, frá Prime Time sjónvarpi til at sita millum børn og perla við morgunmati.
Herligt!

Alt í alt ein framúr dagur, har øll sum ein merktu dagin og lærdu hvønnannan at kenna á ein eitt sindur øðrvísi hátt enn tað, ein vanligur skúladagur bjóðar.

Takk og gott vikuskifti,

AN

06. mai. 2024
Nunnurnar bjóða til móttøku í kleystrinum
03. mai. 2024
Evnisarbeiði
22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
Sí eldri tíðindi