SKÚLANÝTT
Innskrivingin í Sankta Frans skúla
12/02-2019

Nú er innskrivingin til 1. flokk og forskúla til komandi skúlaár liðug.

Úrslitið er, at tað koma 48 børn í 1. flokk og 47 børn í forskúlan.

Vit eru sera fegin og væl nøgd við innskrivingina og gleða okkum at taka ímóti nýggju næmingunum.

Foreldur fáa brøv um upptøku heilt skjótt, og ein innbjóðing kemur seinni í vár, har foreldur og næmingar koma at vitja skúlan.

Flokslærarar í 1. flokkunum komandi skúlaár vera Barbara Holm og Katrin S. Mikkelsen.