19. des. 2018
Jólahald

Nú tað stundar til jólaferiuna, hava árligu jólahaldini aftur verið í Sankta Frans skúla. Forskúlin og 1. flokkur høvdu jólahald týsdagin, meðan eldru flokkarnir høvdu mikudagin. Sum siðvenja er her, syngja vit altíð fyrst nakrar jólasangir, meðan vit dansa um træið. Aftur í ár var Niels Heðin Gaard Joensen so beinasamur at spæla harmoniku til sangin hjá okkum, og tað takka vit honum fyri. Aftaná sangin hoyra vit altíð jólaevangeliið, og síðani er tað leikurin, sum hjá nógvum er eitt hæddarpunktið hendan dagin. Í ár vóru tað dugnaligu næmingarnir í 5. a og 5. b við Anniku Restorff Holm og Jónu Joensen, sum framførdu ein flottan leik við nógvum tónleiki fyri okkum. Og aftur í ár endaðu jólamenninir løtuna fyri okkum, tá teir komu við karamellum til okkum øll. Síðst men ikki minst, bíðaðu bomm og sodavatn eftir okkum, tá vit komu inn á stovurnar aftaná. Tá jólahaldið í Sankta Frans er av, kunnu jólini gott koma.

katrin e / ingo

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi