07.11.2022 Lágargarður (bólkur2)

Í morgun fór bólkur tvey at vitja á Lágargarði. Vit gingu yvir og heim aftur í góðveðrinum.

Við Hoyvíkjtjørn sóu vit fleiri svanar og tann eini var gráur. Vit prátaðu um hví hann mundi vera gráur og hinir hvítir. Onkur nevndi at hatta er líka sum í ævintýrinum um "hin ljóta dunnuungan" (den grimme ælling). So blivu vit tað klókari í dag ;)

Komin til Lágargarð, møttu vit ommu Kirstinar. Hon arbeiðir har. Hepna Kirstin, at fáa eitt klemm frá ommu síni :)

Tað er ikki sum tað plagar at vera á Lágargarði í hesum døgum. Alt húsið verður mála innan. Nú verður Virkisstovan mála og tí bar ikki til hjá okkum at spæla ymisk brett spøl o.a. So vit ótu matpakka í tí eini stovuni og fóru síðani í samkomuhøllina, har vit gjørdu fimleik, spældu bólt og kurvabólt sitandi, eisini sungu vit bæði saman við langommunum og abbunum og fyri teimum. Sum tit síggja á myndunum var tað ordiliga stuttligt. Áðrenn vit vistu av, var klokkan longu 10.30 og vit máttu siga farvæl og takka fyri okkum.

Tá vit vóru komin út, kom ein kona frá aktivitetstoyminum hjá kommununi og vildi so fegin vísa okkum í bagasjurúmið hjá sær. Tað var alt ov spennandi til at siga nei til. Altso... altso... sum vit ynsktu okkum ein tílíkan bil við einum tílíkum bagasjurúmið. Tit trúgva tí nokk ikki, har var fult av sunkistum og slikkipinnum. Og ikki nokk við at vit sóu tað, hon spurdi okkum um vit vildu hava hvør sítt OG... vit søgdu ØLL... JA TAKK við ein munn ;) Hvussu heppin kann mann verða :)

So gingu vit væl nøgd heim aftur í forskúlan og vit gleða okkum longu til næstu ferð vit fara á vitjan :)