07.10.2022 Skúlarenning, hugni og heiðursmerkjahandan

Í dag er árligi norðurlendski skúlarennidagurin. Sum tit síggja á myndunum, fingu vit í forskúlanum hvør sín gulan vest til skúlarenningina. Tað er ordiliga gott, tí so vistu allir næmingar og lærarar í skúlanum, at her vóru nøkur fitt forskúlabørn, sum tey skuldu ansa eftir og hjálpa um tørvur var á tí og so sóust vit eisini sera væl aftur í ferðsluni :)

Tá vit komu niðan til Eystara ringveg, fingu vit eina striku á handabakið ella har vit ynsktu, sum segði frá at vit høvdu runnið eina rundu á 2,5km. Nøkur fingu eina striku og onnur fleiri.

Ávegis oman aftur í skúlan støðgaðu vit á í túninum hjá dóttur Onnu og heilsaðu upp á fitta Høgna, ið er ommusonur Onnu. Hann helt tað vera stuttligt at fáa okkum á vitjan.

Tá vit komu oman aftur í skúlan, í Lítlagarð, krossaðu vit okkum av, á eini stórari talvu. Síðani fingu vit frukt og vatn.

Afturkomin í forskúlan blivu vit rópt upp á heiðursmerkja skammilin ein og ein, har Anna handaði okkum heiðursmerki og lógvabrestirnir rungaðu :) Eisini fingu vit sundkist og okkurt søtt undir tonnina ;)